Stýrið fyri Búnaðargrunninum hevur nú skipað seg við Elisabeth Eldevig, sum formanni, og Bjørn á Heygum, sum næstformanni. Tey eru bæði vald í stýrið av landsstýrismanninum.
Hinir limirnir í stýrinum eru:
- Niels Th. Petersen, sum er valdur av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá Óðalsfelagnum
- Anna Rubeksen, sum er vald av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá Bóndafelagnum og
- Marion á Lakjuni, sum er vald av stýrinum fyri grunnin.