STUTTTÍÐAR- & LANGTÍÐAROPTIKKUR
Síðani kreppuna fyrst í nítiárunum hevur føroyska samfelagið, við onkrum hissini sveiggi, flotið sum ein tundurproppur á eini búskaparligari flóðaldu. Ein heilt natúrlig avleiðing av eini so djúpari kreppu. Monobúskapurin, sum í stóran mun hvílir á keypiorku vundin úr primervinnuni, sum fær sína rávøru úr føroyskum sjógvi og umbýttum rættindum, hevur verið rímiliga støðugur og vaksandi. Trupulleikin er bara, at ein búskapur sum so einstáttað stendur á eini kendari avmarkaðari nøgd av tilfeingisrentu kemur fyrr ella seinri at sínum mørkum. Hartil tykjast vit at vera komin í løtuni. Grádigheitin er eisini komin at sínum mørkum, nú mangt bendir á, at vit í áravís hava tikið ov nógva rentu úr resursunum. Hava pínt stovnarnar í meira lagi, og hesin veruleiki er nú farin at svíða hjá fleiri rakstrareindum í flotanum. Eksterni ákomni trupulleikin við einum skjótt hækkandi oljuprísi kom bara sum steinur oman á byrðu. Vit eru í einum aldudali í løtuni, har fleiri parametrar venda ímóti okkum. Men harfyri er ongin orsøk til at lata ræðslu og ótta stjórna okkara avgerðum.
Stutttíðaroptikkur og óumhugsaður politikkur hevur áður verið atvoldin til eina vanlukkuliga gongd í búskapinum og samfelagnum. Nú ræður um long term politikk – vanligt vit og skil. Um at framtíðartryggja samfelagið. Um at skipa javnvágina aftur ímillum fiskastovnar, framleiðslu og sølu. Yvir ávíst áramál má balansi fáast í handilsjavnan, ímillum sølu og keyp andvegis útlondum. Sum nú er stendur og fellur hesin javni við fiskiskapi, fiskivinnu og alivinnu. Tíanbetur er alivinnan ein treystur stabilisatorur í løtuni, nú tað hakar eitt sindur í - í høvuðsvinnuni. Føroyar hava ein ógvuliga háfrekventan búskap, eitt slag av einum diarré-búskapi, har ein lutfalsliga stórur útflutningur skal fíggja innflutningin av vørukeypi til eitt so framkomið vælferðarsamfelag sum møguligt. Skal ferðin í hesum trafikkinum haldast, so er umráðandi at ansa serliga væl eftir grundarlagnum undir exportinum. Fiskastovnunum. Stovnsrøktin skal setast í hásætið aftur. Tað eigur at vera politiska fokusið heldur enn tilvildarlig og sporadisk tekin, úr allari rúgvuni av áhugamálum, sum hoyrast betri og verri í loftvegis- og skrivaðum miðlum.
Nú ein fíggjarlógarviðgerð aftur er á skránni, hevði tað kanska verið sjálvsagt, at farið varð út á øskudungarnar hjá øðrum at raka í asosialum skattalættum, óvandaligari fíggjarstýring og ongum fiskivinnupolitikki et citera. Hetta tænir bara ongum endamáli, og er alt ov krevjandi nú, tá ið øll tøk orka er neyðug til tað verk, sum hendan samgongan hevur sett sær fyri at fremja í komandi árum. Í fyrsta lagi komandi 4 árini. Eitt nýmannað ting, og ein nýggj samgonga, eigur at ýta av, gera støðuna upp realistiskt og síðani at leggja leiðina og halda kós og ferð. Ambitiøsa samgonguskjalið gevur okkum øllum meira enn nógmikið fyri hendurnar í 4 ára verkætlanini, sum vit nú eru farin undir. Annars er tað at frøast um, at so nógvur kontruktivitetur er komin í føroyskan politikk, soleiðis sum rákið hevur verið frá serliga Sjálvstýris- og Sambandsflokkinum hesar dagarnar, hendan samgongan hevur sitið og serliga hesar seinastu dagarnar. Tvær manningar, ið hava skilt álvaran í støðuni, og ikki treytaleyst hava skorað seg fastar í einum lítið framlítandi andstøðuleikluti, ið skjótt kann gerast ein glantrileikur, ein dance makabre, har einsamalli balletdansarin spinnir seg upp við body-buildara vatnvøddum eina løtu, fyri síðani at smokka saman aftur avmergjaður. Í einum sosialum ella politiskum felagsskapi tænir sjálvsoptikkurin og nalvaskoðaríið sjaldan øðrum enn løtuundirhaldinum, sum spyrst burturúr - ímeðan dansurin gongur.
CHE-samgongan valdi at skipa tilfeingisvinnuna í einum ráði. Fiski- og Tilfeingismálaráðnum. Í uppskotinum til fíggjarlóg sæst, hvørjir samfelagstættir eru skipaðir í ráðnum. Í eini einfaldari yvirskrift ber til at siga, at ráðið hevur politisku og umsitingarligu ábyrgdina av orku, landbúnaði, kolvetnis- og fiskivinnu.
Orka
Síðani ídnaðarsamfelagið, við øllum sínum dygdum og ódygdum, tók dik á seg, hevur menniskjan hildið, at sivilisatión og menning vóru proportional við skjótari og vaksandi framleiðslu. Orkuspísikømurini vóru ótømandi, tað ráddi bara um at standa á spidaranum. Nú er komin ein onnur tíð. Nú stendur sivilisatiónin mótvegis mørkum í sjálvum Skapanarverkinum. Ávaringarlampurnar eru farnar at rodna. Ótálmaða ferðin stóð ikki á einum burðardyggum konsepti. Steðga vit ikki á og taka betri partar fyri okkum, endar Jørðin sum ein rúkandi toft – sum ein sjálvskaptur øskudungi. Vit hava javnbjóðis ábyrgd við øll onnur samfeløg, at taka hendan spurningin í ramasta álvara, og eiga at ganga undir tær treytir sum heimssamfelagið sáttast um. Og hendan samgongan hevur longu stungið út í kortið, har farið verður um ráðsmørk í samvinnu, fyri at okkara partur ikki skal liggja eftir í átakinum at skipa ein heim í burðardyggari javnvág. Orkupolitikkurin skal í mest møguligan mun miða eftir varandi og reinari orku. Arbeitt verður við hesum áhaldandi, og bara hesa stuttu tíðina, hendan samgongan hevur sitið, eru nýggj og skilagóð hugskot komin, sum peika rætta vegin í so máta. Tó skal ein brynja seg við toli, tí ofta er drúgvur teinur frá hugskoti til verk á hesum økinum. Hinvegin er tað ein sannroynd, at vit hava eina høvuðsvinnu, sum er óvanliga orkukrevjandi. Serliga trolreiðskapurin krevur nógva orku, og tí er hesin parturin av flotanum tann fyrsti, sum verður atsøktur av dýrkandi prísum á heimsmarknaðinum. Hugskot eru frammi um, hvussu minkast kann um orkunýtsluna og arbeitt verður við tí málinum í løtuni, men samstundis mega vit ansa eftir, at øll skipanin, karmurin kring fiskivinnuna á nærleiðum, ikki skeiklast í bygnaðinum, orsakað av avgerðum sum bara tæna einum stutttíðar endamáli. Í longra høpinum má og skal skipast soleiðis fyri, at ikki fleiri eindir eru í vinnuni enn tað, sum tørvur er á, fyri at taka optimalu tilfeingisrentuna úr fiskastovnunum í hvørjum fiskiári. Fullkomna liberaliseringin, har mergurin í skipanini er ein fiskidaga- og rættindamarknaður, sum er avrádd í samgonguskjalinum, er einasta leiðin at ganga. Tað er altíð trupult at koma sær úr einum íhaldnum korsetti, serliga tá ið ein sterk lobby tvíheldur um sokallað vunnin rættindi, men ongin ivi er um, at nýggja skipanin verður ein vinningur fyri samfelagið, vinnuna, manningarnar og ikki minst eitt rætt átak, tá ið tað ræður um meginspurningin at brúka minst møguliga orku fyri hvørt kilo veitt á heimligum og fremmandum grunnum. Tað ræður um at søkja javnvágina ímillum stál og stovnar fyri at fáa sum mestu nyttuna burturúr brúktari orku.
Landbúnaður
Elsta vinnan í landinum er lítið regulerað frá politiskari síðu í nýggjari tíð. Hon hevur í ártíggir livað sítt lív samsvarandi gomlum lógum og siðvenjum. Í fjør var ein broyting gjørd í lógarverkinum um landsjørð, sum skuldi vera til bata fyri føroyskt jarðarbrúk. Enn er ov lítið fráliðið til, at vit kunnu siga, um broytingin sum heild hevur verið til bata fyri framleiðsluna og vinnuna. Hinvegin eigur skjótast gjørligt at vera farið undir at nýtímansgera alt lógarverkið, sum er karmur um landbúnaðin og vinnuna, ið er tengd at honum. Tað ræður um at skipa verkið soleiðis, at hendan vinnan gevur eitt so stórt íkast sum yvirhøvur gjørligt til føroyska búskapin, og hitt sjálvforsýnandi aspektið eigur alla tíðina at vera ein høvuðs drívmegi í arbeiðinum, tá ið politiska skipanin fer undir at modernisera eitt næstan aldargamalt lógarverk. Tá ið ráðini og orka vera til tað, ætlar landsstýrismaðurin at seta niður eina skikkaða nevnd at taka allan hendan spurningin upp av nýggjum, ein slagplanur sum eggjar til størst møguliga eginframleiðslu, uttan at gera seg inn á náttúruna, er málið. Skuldi nakar í hesum sambandinum sitið inni við spurninginum, um hendan samgongan ætlar at privatisera landsjørðina, so er svarið nei. Filosofiskt javnvigar tað ikki við hugsjónirnar hjá samgonguflokkunum. Landsjørðin er fólksins ogn, har brúksrætturin er útdelegeraður til áhugað og hugað vinnufólk og eigur at hava eina líknandi skipan sum vinnan, hvørs støði er tilfeingið í havinum.
Kolvetnisvinnan
Hóast ongin olja er funnin í undirgrundini innanvert núverandi havmørk okkara, so er tað ein sannroynd, at leitingaraktiviteturin longu hevur havt týdning fyri búskapin. Ikki minst, - takkað verið ásetingini um føroyskan bryggjukant. Oljulóggávan er eitt sera gott dømi um, at føroyskir serfrøðingar, og føroyskir politikkarar duga at skipa ein skilagóðan karm kring eina vinnu. Somikið skilagóðan, at ikki hevur verið tørvur á at broytt substansin í tíð og ótíð. Hetta ger og útstrálar ein stabilitet, sum er serliga neyðugur í mun til kapitalgigantarnar, ið virka í hesi vinnuni. At ein samd vinnunevnd í sínum felagsáliti tekur undir við uppskotinum um 3. útbjóðingarumfar, er eitt frágerða gott tekin í hesum sama høpi. Hóast seks brunnar ikki hava givið okkum kolvetni í brúkiligum rakstrarnøgdum, so eigur optimisman í vinnuni at geva okkum eina vón um, at havbotnurin hvílir oman yvir eini framtíðartrygging hjá ókomnum ættarliðum av føroyingum. Annars halda kanningarnar av havbotninum uttan fyri føroyskt mark – í ein útsynning úr Føroyum – fram. Hetta gongur eisini fram í fíggjarlógaruppskotinum. Endamálið er í størst møguligan mun at styrkja um argumentatiónina undir okkara krøvum, um ræðið á mest møguligum parti av hesum risastóra sokkuli.
Fiskivinnan
Áleið 90% av allari fiskivinnu er skipað innanvert 200 fjórðinga fiskimørk. Harvið eru fyritreytirnar rímiliga væl kendar, og tað hava tær verið í tríati ár. Tí ræður fyrst og fremst um, at skipa seg skilagott innanfyri egið mark. Harnæst snýr tað seg um at røkka so góðum millumlanda avtalum sum gjørligt og í triðja lagi um at vera væl dubbaður, tá ið tað ræður um rættindi í altjóða sjógvi. Vit eru á øllum mótum. Ímeðan tey bæði fyrru høpini at kalla hanga ósvikaliga saman, tá ið talan í flestu førum er um býtishandlar millum okkum og grannalondini, so eru møguleikarnir í altjóða sjógvi ein uppgáva sum eigur at verða ment. Og tað verður hon. Eitt álit, sum er gjørt í sambandsregi um hesi viðurskifti, samsvarandi einum uppskoti frá sambandsoddvitanum Kaj Leo, fyri nøkrum árum síðani, hevur ligið liðugt í Ráðnum tað mesta av einum ári, og landsstýrismaðurin ætlar at leggja tað fyri Tingið í heyst til aðalorðaskiftis.
Viðvíkjandi fiskivinnuni innanvert egið fiskimark ætlar hendan samgongan at halda fast um karmarnar, sum eru skipaðir í lógini um vinnuligan fiskiskap. Um nakað, ætlar samgongan at víðka um tann partin, sum vit vanliga rópa fyri fiskidagaskipanina, soleiðis at øll fiskiveiða eftir botnfiski verður skipað í hesi serligu skipan í lógini.
Neyðugt er nú at stinga fingurin í jørðina og gera eina veruliga meting av allari lógini. Eitt nú at meta, hvørt hon hevur verið so lívfrøðiliga og búskaparliga sjálvregulerandi, sum ætlanin var, tá ið lógin varð skipað. Nógv bendir á, at ov nær er gingið stovnunum, at stovnsrøktin ikki hevur verið so dygg, sum hon átti at verið. Hugsi, at tey tekin sum í seinastuni eru komin úr ymsum heraðshornum greitt benda á, at so er ikki. Bæði vinnan og politikkarar úr flestu flokkum hava víst á, at fiskiveiðan í egnum havøki ikki er nóg burðardygg, tvs. at vit eru farin um markið, ið stovnarnir tola av trýsti. Toskastovnurin er serliga illa fyri, og tað svíður í samfelagsbúskapinum, tá ið ein manko er í toskaveiðuni á áleið 20.000 tons - í mun til eitt meðal veiðiár. Tað er okkara skylda at menna hendan og aðrar stovnar aftur, og tað krevur skynsemi, har vit m.a. í nógv størri mun lurta eftir teimum tilráðingum, sum okkara hav- og fiskifrøðingar geva okkum samsvarandi teirra rannsóknum. Vísindin kemur sjálvandi bara við eini objektivari lívfrøðiligari tilráðing, sum ikki tekur onnur atlit enn síni egnu, tí stendur hon ofta, soleiðis sum støðan nú er vorðin, í andsøgn til tað, sum vit halda vera neyðugu tilfeingisrentuna at taka upp úr havinum, fyri at fáa búskapin at hanga saman, og fyri at framleiða ein so stóran útflutning sum gjørligt, í royndini at halda eini stutttíðar yvirflóð gangandi. Fyri at taka inn í báðum borðum ætlar samgongan at menna havgranskingina við at smíða eitt nýtt havrannsóknarskip, og fyri at menna fiskivinnubúskapin, ætlar Ráðið at skipa eina granskingarkjarnu, sum burturav skal taka sær av málinum, hvussu vit menna búskapin í fiskivinnuni.
Líkamikið hvat vit halda og vilja, so er støðan nú vorðin hon, at marknaðurin, serliga hin medvitaði og góði keyparamarknaðurin, greitt ásetir, at hann tolir onki annað frá seljaralandinum enn eina burðardygga vinnu. Tvs., at fiskiveiðan verður skipað soleiðis, at hon í hvørjum einstøkum føri kann eyðmerkjast sum verandi í lívfrøðiligari javnvág. Álvarsligu signalini, sum landsstýrismaðurin í hesum sambandinum hevur fingið frá ráfiskakeyparum og exportørum eru ikki til at misskilja. Frammanfyri okkum liggur ein ovurstór uppgáva, sum allir partar í vinnuni mega samvirka um. Alternativið er at exportera virðisøkingina, onkur rør nú framundir hesa merkiligu og ikki sørt egoistisku loysn, og tað er ringasta loysnin av øllum, fyri samfelagið í hvussu er. Og tað er bara heildaratlitið politiska skipanin til eina og hvørja tíð skal taka. Sum Thomas Arabo segði á sinni, tað kann væl saktans ikki vera meiningin, at føroysk fiskivinna aftur skal enda sum ein primitiv útróðrarstøð hjá europeiska kontinental kapitalinum at dusa sær við eftir vild.
Annars er fiskivinnupolitikkurin hjá hesi samgonguni skorin út í papp í samgonguskjalinum. Fiskivinnan skal demokratiserast, liberaliserast og tilfeingið skal aftur umsitast av fólkinum í einum fiskidaga- og kvotubanka. Marknaðarkreftirnar skulu vera alráðandi innanvert lívfrøðiligu ásetingarnar, sum vera hildnar at borga fyri burðardyggari veiði. Hetta er tilfeingisbúðin. Hetta er long term setningurin, og skulu hesi viðurskifti vera ein partur av lógini um vinnuligan fiskiskap, tá ið hendan samgongan hevur sitið sítt fyrsta skeið.
Ein partur av hugtakinum um burðardygga veiði, er spurningurin um at gagnnýta alt tilfeingið, sum tikið verður. Hesin spurningur fer at vera tikin upp, tá ið ein nýggj tingseta byrjar á ólavsøku. Og sligið skal vera fast, at hendan samgongan ikki ætlar at fara aftur til nakað sum bara kemur nær í námind av ráfiskagrunnakonseptinum – tað sum í dag hevði líkst mest av øllum einum reductio in absurdum.
Politikkur er at vilja broytingar
Politikkur – tað er at vilja nakað. Socialdemokratiskur politikkur, tað er at vilja broytingina, tí broytingin gevur vón um batar, fóður til hugflog og virkismátt, eggjan til dreymar og visiónir. Men sjálvandi eigur viljin at hava eina kós og broytingin eitt endamál. Vit socialistar eru ivaleysa framførir til at vilja nakað, tí hugsjónin er viljans drívmegi, og vit eru nógmikið djarvir til at ynskja broytingina, tí bara broytingin kann gera utopiir til veruleika. Kom at hugsa um hesi orðini í gjár, tá ið eg tosaði við tveir socialdemokratar og fyrrverandi mentanarnevndarlimir, um ta ferðina vit vitjaðu leiðið hjá Olof Palme í høvuðsborg Svítjóðar – Stockhólmi.
Lat hesi orðini vera okkum til áminningar, nú tá ið vit fara undir ein long term broytingarpolitikk á at kalla øllum samfelagsins økjum, undir leiðslu av einum løgmanni, sum tykist hava fingið knoturnar og virkismáttin aftur, eftir at vera sloppin burturúr borgarligu og afturhaldssinnaðu spennitroyggjuni. Ímeðan annar oddvitin, uttanríkisráðharrin, ferðast í Europu og mennir tilvitið hjá grannum okkara, um eina tjóð í framsøkn. Hin triði situr á aftasta bonki, ranamaðurin, ytst til vinstru, og heldur stásið við líka. Kanska tað fer at skriða í onkustaðni, short term, men fyri heildina fer tað heilt víst at gagna í longdini. Somikið væl, at framsøkni politikkurin hjá CHE-samgonguni um fýra ár hevur flutt okkum so nær republikkini, at tað bara verður ein spurningur um viljan, - til eisini at gera ta broytingina. Einasta munadygga amboðið, sum enn finst sum karmur og stjórnarlag um eina tjóð. Tað ræður um at taka allar akuttar trupulleikar í ramasta álvara, viðgera teir og loysa teir, men langtíðaroptikkur má vera sferan, sum politiska skipanin í allari tíð má seta síni mál og leggja sínar ætlanir samsvarandi.
Sum amerikumenn plaga at taka til: ”The world is waiting for the sunrise.”
Tórbjørn Jacobsen
landsstýrismaður