01.04.2014 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Strandarlandsemja um svartkjaft

Strandarlondini Føroyar, Ísland, Noreg og ES eru í dag vorðin samd um, at heildarkvotan av svartkjafti fyri 2014 skal vera 1,2 mió. tons. Kvotan, sum strandarlondini býta teirra millum, verður 1.105.000 tons tons. Restin av kvotuni er sett av til altjóða sjógv, har serstakliga Russland hevur søguligan fiskiskap at vísa á.

Eins og fyri 2013 var neyðugt við fleiri samráðingarumførum, innan ein semja varð fingin. Tær seinastu samráðingarnar hava verið um telefon og teldupostsamskifti millum strandarlondini við Russlandi sum eygleiðara.

Avgerðin um at áseta heildarkvotuna til 1,2 mió. tons er tikin við støði í ráðgeving frá ICES. Talan er um eina munandi hækking í heildarkvotuni samanborið við 2013, tá heildarkvotan var 643.000 tons.

Sambært avtaluni millum strandarlondini frá 2005 er føroyski parturin av strandarlanda-kvotuni 26,125 % svarandi til 288.549 tons í 2014. Føroyar hava í sínámillum samráðingunum við Russland latið Russlandi 75.000 tons av føroysku svartkjaftakvotuni. Í sínámillum avtaluni við ES lata Føroyar ES 2.000 tons av føroysku kvotuni, og ES letur Føroyum 15.000 tons av teirra.

Samstundis, sum strandarlondini eru vorðin samd, eru eisini gjørdar sínámillum avtalur millum Føroyar og Noreg og millum Noreg og ES um atgongd hjá norskum skipum at fiska ein part av teirra strandarlandakvotu í ávikavist føroyskum sjógvi og í ES sjógvi. Sambært avtaluni millum Føroyar og Noreg kunnu norsk skip fiska 44.180 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi, meðan føroysk skip kunnu fiska 22.090 tons í norskum sjógvi. Føroyar og ES hava framman undan avtalað, at føroysk skip kunnu fiska 25.000 tons av síni kvotu í ES sjógvi og ES skip 25.000 tons í føroyskum sjógvi.

Jacob Vestergaard líkar hesar avtalurnar væl. “Svartkjaftaavtalan økir munandi um veiðimøguleikarnar hjá føroyskum skipum í 2014. Við hesi avtaluni og avtalunum, ið framman undan eru gjørdar við ES og Noreg, eru forðingarnar, sum ES og Noreg settu Føroyum í sambandi við makrelósemjuna í 2011, ruddaðar av vegnum.”

Jacob Vestergaard ásannar kortini, at stríðið um viðurkenning um rætt Føroya til tilfeingið ikki er liðugt, men frá føroyskari síðu vilja vit líta fram eftir í okkara samstarvi við hini strandarlondini.