14.10.2013 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft útsettar

Samráðingarnar um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti í 2014, sum byrjaðu í dag, og sum eftir ætlan skuldu halda fram til 16. oktober, eru útsettar til desember 2013.
 
Í juni 2013 sendu londini fyrispurning til ICES viðvíkjandi fyrisitingarligu ætlanini fyri svartkjaft. Á fundinum í dag gjørdist greitt, at svar frá ICES hesum viðvíkjandi ikki verður tøkt fyrr enn 29. oktober 2013.
 
Av tí at svarið frá ICES kann hava avgerandi týdning fyri, hvørja støðu londini hava um heildarkvotuna fyri 2014, var breið semja um, at endalig niðurstøða viðvíkjandi fiskiskapinum eftir svartkjafti í 2014 kann ikki verða tikin, fyrr enn svarið frá ICES er tøkt.
 
Tí var avgjørt at útseta samráðingarnar til fyrru helvt av desember.