17.10.2014 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild niðurlagdar

Samráðingar um svartkjaft og norðhavssild hava verið í London í døgunum 13.-17. oktobur 2014. Føroyar hava formansskapin fyri hesar samráðingar. 
Á samráðingarfundunum vórðu millum annað vísindaligu tilmælini frá ICES og vísindaligu frágreiðingarnar um útbreiðslu av ávikavist svartkjafti og norðhavssild viðgjørdar.
Tað eydnaðist ikki strandarlondunum at gera semju um fiskiskapin fyri komandi ár. Samráðingarnar verða tiknar uppaftur 15. desember í ár.