19.10.2017 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild í London niðurlagdar
Strandarlandasamráðingar um svartkjaft og norðhavssild hava verið hesa vikuna í London.
Á samráðingunum um svartkjaft legði ICES fram vísindaligu ráðgevingina fyri 2018. Strandarlondini viðgjørdu síðani ymsu málini á dagsskránni og serstakliga langtíðarumsitingarætlanina og mest loyvdu veiðu fyri 2018, eins og eitt nýtt býti fyri 2018 og næstu árini.
Á samráðingunum um norðhavssild tók ICES sína vísindaligu ráðgeving fyri 2018 aftur av tøkniligum orsøkum og kemur ICES væntandi við nýggjari ráðgeving í næstu viku. Sostatt vóru høvuðsmálini á dagsskránni ikki viðgjørd.
Strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild vórðu eftir hetta niðurlagdar og verða tær eftir ætlan tiknar upp aftur í Keypmannahavn seinni í heyst.