Strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild fyri 2020 loknar
Hesa vikuna hava strandarlandasamráðingar verið í London um fiskiskapin eftir svartkjafti og norðhavssild fyri 2020.
Strandarlandasamráðingarnar um norðhavssild fóru fram undir føroyskum formansskapi, og samdust strandarlondini um eina mest loyvdu veiðu (MLV) á 525.594 tons fyri 2020 samsvarandi ICES ráðgevingini fyri 2020. Eftir at semjan varð undirritað í dag, yvirtók Noreg formansskapin fyri samráðingunum um norðhavssild fyri 2021.
Í svartkjaftinum samdust strandarlondini um eina mest loyvdu veiðu á 1.161.615 tons fyri 2020, samsvarandi ICES ráðgevingini fyri 2020. Hesar samráðingar fóru fram undir íslendskum formansskapi. Eftir at semjan varð undirritað í dag yvirtók ES formansskapin fyri samráðingunum um svartkjaft fyri 2021.
Luttakandi londini vóru Føroyar, Evropasamveldið, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.
Semjan um fiskiskapin eftir norðhavssild fyri 2020 kann lesast her.
Semjan um fiskiskapin eftir svartkjafti fyri 2020 kann lesast her.
Mynd: Anna Shulaeva, russiskur samráðingarleiðari, Vidar Landmark, norskur samráðingarleiðari, Herluf Sigvaldsson, formaður og føroyskur samráðingarleiðari, Kristján Freyr Helgason, íslendskur samráðingarleiðari og Fabrizio Donatella, ES samráðingarleiðari.