28.10.2016 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild fyri 2017 loknar
Hesa vikuna hava í London verið strandarlandasamráðingar um fiskiskapin eftir svartkjafti og norðhavssild fyri 2017. Høvuðsmálini á hesum samráðingum vóru at royna at finna nýggjar semjur um býtið millum strandarlondini av hesum báðum stovnum. Hesar royndirnar eydnaðust ikki á hesum sinni.
Strandarlondini samdust tó um fleiri onnur mál, har serliga tvey teirra hava stóran týdning. Í svartkjaftinum samdust strandarlondini um eina nýggja langtíðar umsitingarætlan og eina heildarkvotu á 1.342.330 fyri 2017. Í norðhavssildini samdust strandarlondini um at fasthalda gomlu langtíðar umsitingarætlanina frá 1999 og at áseta eina heildarkvotu á 646.075 fyri 2017.
Luttakandi londini vóru Føroyar, Evropasamveldið, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.