11.06.2015 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft í Edinburgh fyribils niðurlagdar
Strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft, sum hava verið í Edinburgh síðan týsdagin, vóru í dag fyribils niðurlagdar. Semja var tó millum strandarlondini um at halda fram við samráðingunum, og verða samráðingarnar tískil eftir ætlan tiknar uppaftur seinni í juni mánaða.