23.04.2015 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft í Clonakilty niðurlagdar

Í døgunum 21.-23. apríl 2015 hava samráðingar verið millum strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg í Clonakilty um svartkjaft.

Á samráðingarfundinum hesaferð fingu strandarlondini høvi til at leggja fram nýggjar próvgrundir og sjónarmið um eitt framtíðar býti millum londini.

Strandarlondini høvdu í hesum sambandi eisini sett fríggjadagin av til samráðingar, men komu seint í dag til ta niðurstøðu, at neyðugt er at hava eitt samráðingarumfar afturat fyri at fáa høvi til at viðgera nýggju upplýsingarnar, ið eru komnar á borðið.

Strandarlondini vóru samd um, at hóast fráboðað varð, at hetta var seinasta samráðingarumfar við Føroyum sum formanslandi fyri samráðingarnar fyri 2015, eiga Føroyar at halda fram í royndunum, einaferð enn at gera semju millum strandarlondini um eitt nýtt framtíðar býti av svartkjaftastovninum.

Føroyar fara tískil sum formansland at boða strandarlondunum til eitt nýtt samráðingarumfar um svartkjaft tíðliga í summar.