10.12.2013 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Strandarlandasamráðingarnar um sild halda fram

Strandarlandasamráðingar um sild millum Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland hava í dag verið í London. Ongin semja fekst um býtið á hesum sinni, og fundurin var tískil niðurlagdur.
 
Næstu dagarnar og vikurnar fara Føroyar at halda tvey-parta samráðingar við hini strandarlondini til tess at royna at mýkja støðuna og finna møguligar loysnir. Sjálvar strandarlandasamráðingarnar vera eftir ætlan uppafturtiknar í januar mánaði næsta ár, tá ið royndirnar at gera semju gjøgnum tveyparta samráðingar eru loknar.
 
Føroyska samráðingartoymið, Sendistovan í London og Felagið Nótaskip mannaðu føroysku sendinevndina.