27.11.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Strandarlandasamráðingarnar um makrelin

Strandarlondini Føroyar, ES og Noreg hava hesa vikuna verið til samráðingar í Edinburgh um felags umsiting av makrelfiskiskapinum fyri 2010. Hetta var framhald av samráðingunum, ið vórðu niðurlagdar í Cork í oktober.
 
Partarnir hava sitið við samráðingarborðið alla vikuna, men heldur ikki hesaferð eydnaðist at koma til eina felags semju. Tískil eru samráðingarnar slitnaðar.
 
Ósemja er millum partarnar um bæði býtið av stovninum og um atgongd at fiska stovnin. Føroyar hava sett fram krav um størri part av kvotuni. Hesum vilja Noreg og ES ikki ganga á møti. Samstundis hevur ósemjan millum Noreg og ES um atgongd, sum hevur verið alt heyst, eisini sett sín dám á samráðingarnar. Við hesum ósemjum bar ikki til hjá pørtunum at halda fram.
 
Partarnir eru vorðnir samdir um at bjóða Íslandi til samráðingar í mars um eina felags umsiting av makrelstovninum.