23.06.2015 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Strandarlandasamráðingar um svartkjaft og norðhavssild uppafturtiknar hesa vikuna
Strandarlondini hittast í hesum døgum í Keypmannahavn til samráðingar um ávikavist svartkjaft og norðhavssild.
Á seinasta samráðingarfundi um svartkjaft í Edinburgh 9 – 11 juni var avgjørt at taka samráðingarnar uppaftur seinni í hesum mánaðinum. Eisini var semja um at nýta hetta sama høvi til at taka samráðingarnar um norðhavssild uppaftur, eftir at hesar vóru niðurlagdar í London tíðliga í juni mánaða.
So statt hittast strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg eins og Grønland og Russland sum eygleiðaralond til samráðingar um svartkjaft í dag og í morgin. Síðan hittast Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland eins og Grønland sum eygleiðaraland til strandarlandasamráðingar um norðhavssild hósdagin og fríggjadagin.