07.02.2014 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Strandarlandasamráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel í London
Hesa vikuna hava strandarlandasamráðingar verið í London um ávikavist svartkjaft, norðhavssild og makrel.
Strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg viðgjørdu á hvørjum grundarlagi heildarkvotan fyri svartkjaft fyri 2014 skal verða sett, men tað var ikki gjørligt at koma til nakra niðurstøðu á hesum sinni.
Eisini viðgjørdu strandarlondini Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland býtið av heildarkvotuni fyri norðhavssild í 2014, eins og Føroyar, ES, Ísland og Noreg viðgjørdu býtið av heildarkvotuni fyri makrel í 2014. Partarnir komu ikki til nakra niðurstøðu, men gjørdu av at halda áfram við samráðingunum seinni.