28.06.2012 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Strandarlandasamráðingar um svartkalva endaðar uttan úrslit

15. juni 2012 var fundur millum strandarlondini Føroyar, Grønland og Ísland um skipan av fiskiskapinum eftir svartkalva. Á skránni fyri fundin var skipan av fiskiskapinum við støði í stovnsmetingunum av stovninum, og umrøða av, hvussu heildarkvotan skal lutast millum londini.
Fundurin, sum varð hildin í Keypmannahavn, var framhald av fundi millum londini í Nuuk í mai mánaði í ár. Á fundinum í Nuuk kom fram, at Ísland og Grønland vóru komin ásamt um eitt innanhýsis býti av stovninum teirra millum, og um hvat ein hóskandi partur var til Føroyar. Hesin partur var tó ikki nøktandi fyri Føroyar, sum á fundinum í Nuuk legði sítt uppskot um býti fram.
Føroyar fóru til samráðingar í Keypmannahavn sinnaðar at samráðast um eina felags framtíðar skipan av fiskiskapinum, men Føroyar kundu tó skjótt staðfesta, at Ísland og Grønland ikki vóru sinnað at fara undir veruligar samráðingar við Føroyar. Stutti boðskapurin frá Íslandi og Grønlandi var, at um Føroyar ikki kundu góðtaka uppskotið frá teimum um býtið, sum varð lagt fram í Nuuk, var ongin orsøk at halda áfram við samráðingunum millum strandarlondini á hesum sinni.
Lagt varð ístaðin upp til, at nýggjar samráðingar verða aftur millum øll trý strandarlondini í heyst. Samstundis gjørdu Ísland og Grønland greitt, at tey eru innanhýsis samd um eitt býti teirra millum, og at londini fara at gera eina sínámillum avtalu um umsiting av svartkalvastovn­inum.
Manglandi viljin hjá Íslandi og Grønlandi til veruligar samráðingar um eitt býti millum øll strandarlondini er eitt vónbrot. Seinastu árini hava Ísland og Grønland samanlagt ásett sær kvotur av svartkalva, sum hvør í sínum lagi hava verið ájavnt við ella oman fyri tilmæltu heildarkvotuna hjá øllum strandar­lond­unum tilsamans. Hesin framferðarhátturin hjá Íslandi og Grønlandi hevur gjørt, at fiskiskapurin hevur verið nógv meir enn vísindaliga tilmælið. Føroyar hava við fleiri høvi seinastu árini átalað bæði Ísland og Grønland fyri teirra ábyrgdarleysa fiskiskap eftir svartkalva.
Svartkalvi við Føroyar, Ísland og við Eysturgrønland er ein felags stovnur. Stovnurin verður av ICES mettur at verða fiskaður omanfyri burðardygga støðið. Veiðitølini seinastu árini hava ligið áleið 20.000 - 30.000 tons, ímeðan tilmælini frá ICES hava ligið millum 5.000 - 15.000 tons. Ein orsøk til høga veiðitrýstið er, at eingin semja er um býtið millum strandarlondini.