14.12.2012 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Strandarlandasamráðingar um sild og svartkjaft í London úrslitaleysar
Strandarlondini hava í allan dag samráðst um sild og svartkjaft í London. Viðvíkjandi sild eru strandarlondini Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES. Og viðvíkjandi svartkjafti eru strandarlondini tey somu, uttan Russland, ið er eygleiðari.
Føroyar boðaðu hinum strandarlondunum frá á samráðingunum longu í oktober í ár, at Føroyar kundu ikki taka undir við verandi býti av sild. Hesa støðu endurtóku Føroyar í dag í London.
Harumframt eru ES og Noreg grundleggjandi ósamd um atgongd at fiska hjá hvør øðrum eftir sild og svartkjafti. Afturat hesum hava Føroyar formliga boðað Noreg frá, at norska atgongdin at fiska svartkjaft á føroyskum havleiðum er uppsøgd við gildi frá 1. januar 2013.
Ósemjan millum ES og Noreg um atgongd at fiska sild og svartkjaft hjá hvør øðrum var sjálv høvuðsorsøkin til, at eingin svartkjaftasemja varð gjørd í dag ímillum strandarlondini. Somuleiðis var hetta orsøkin til, at strandarlondini Ísland, Noreg, Russland og ES ikki kundu í felag fara einagongd uttan um Føroyar og gera eina sildasemju sínámillum.