04.06.2015 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Strandarlandasamráðingar um norðhavssild niðurlagdar

Strandarlandasamráðingarnar um norðhavssild, sum hava verið í London í gjár og í dag, eru nú niðurlagdar.

Á samráðingarfundinum umrøddu strandarlondini hvørjir tættir skulu liggja sum grundarlag fyri einari nýggjari semju, og løgdu strandarlondini ymisk sjónarmið fram hesum viðvíkjandi. Tó varð mett, at partarnir vóru ov langt frá hvørjum øðrum; tískil varð avgerð tikin um at leggja fundin niður, og fer Noreg sum formansland at bjóða pørtunum aftur til samráðingarborðið seinni í ár.

Á samráðingarfundinum luttóku strandarlondini Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland eins og Grønland sum eygleiðaraland.