26.06.2015 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Strandarlandasamráðingar í Keypmannahavn av á hesum sinni

Strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild, sum hava verið í Keypmannahavn hesa vikuna, eru av á hesum sinni.

Føroyar høvdu formansskapin í svartkjaftasamráðingunum. Hetta var sætta samráðingarumfar um svartkjaft fyri 2015. Nú fiskiárið er so mikið útliðið, og eingi útlit vóru at finna felags stev á hesum sinni, avgjørdi føroyski formansskapurin at enda samráðingarnar um svartkjaft fyri 2015.

Noreg hevði formansskapin í samráðingunum um norðhavssild fyri 2016. Hesar samráðingarnar vórðu niðurlagdar fríggjamorgunin, tí ov langt var millum partarnar. Noreg boðaði frá, at partarnir verða kallaðir inn aftur til samráðingar um norðhavssild seinni í ár. Hesar samráðingarnar verða eftir øllum at døma í september mánaði.