23.01.2013 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Strandarlandafundur verið um norðhavssild í London í dag
Strandarlondini Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES hittust í dag í London til enn eitt samráðingarumfar um skipanina av fiskiskapinum eftir norðhavssild í 2013. Fundurin var framhald av fundum, sum vóru í oktober og í desember 2012.
Føroyar hava á undanfarnu fundunum gjørt vart við, at núverandi býtið av heildarkvotuni svarar ikki til útbreiðsluna av norðhavssild í Norðuratlantshavinum, og at tørvur er á at endurskoða avtaluna. Hetta sjónarmið var eisini borðið fram undir samráðingunum, sum vóru í oktober 2011.
Á fundinum í London í dag endurtóku Føroyar sína støðu til býtið av norðhavssild sum órættvíst og kundu tískil ikki góðtaka, at hildið verður fram við verandi býti. Hinvegin vóru Føroyar til reiðar at fara undir samráðingar um eitt nýtt býti, ið leggur upp fyri stóru útbreiðsluni av norðhavssild á føroyskum havleiðum, sum fiskiskapurin higartil eisini hevur prógvað.
Eftir hetta tóku hini strandarlondini seg saman um eina nýggja semju um norðhavssild fyri 2013, har Føroyar ikki eru partur. Í semjuni tilskila londini sær sama part av heildarkvotuni sum undanfarin ár. Niðurstøðan má sostatt vera, at hini strandarlondini eru ikki sinnað fyri at samráðast um eitt nýtt býti av norðhavssildini fyri 2013.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fer væntandi um stutta tíð, eftir politiska viðgerð í Føroyum, at áseta føroysku sildakvotuna fyri 2013.