Vegna aldur hevur stjórin á Havstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, í dag heitt á Fiskimálaráðið um at verða loystur úr starvi.
Hjalti í Jákupsstovu er júst farin um tey 67 árini og ynskir tískil at verða loystur úr starvi. Hann fer tó at røkja stjórastarvið til nýggjur stjóri er settur.
Fiskimálaráðið fer í nærmastu framtíð at søkja eftir nýggjum stjóra til Havstovuna.
Fiskimálaráðið takkar Hjalta fyri gott samstarv og ynskir honum góðan byr í tíðum sum koma.