27.11.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Stjóri til Skipaeftirlitið

Viljálmur Gregoriussen tekur fyrst í komandi ári við starvinum sum stjóri á Skipaeftirlitinum.
Viljálmur Gregoriussen er skipsførari og hevur harafturat tikið útbúgvingar sum civiløkonomur og teldufrøðingur. Hann hevur í mong ár arbeitt innan sjóvinnuøkið - millum annað í Mentamálaráðnum og í Søfartsstyrelsen. Í løtuni starvast Viljálmur Gregoriussen sum økisstjóri á Toll- og Skattstovu Føroya.
 
 
 
Fiskimálaráðið, 27. november 2007.
 
Rógvi Reinert, aðalstjóri