03.06.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Stjóri fyri Tilbúgvingarstovn Føroya varð ikki settur hesuferð.
Fyribils heldur Elmar Højgaard fram sum stjóri fyri stovnin eina tíð afturat.
Elmar Højgaard er deildarstjóri á Fiskiveiðieftirlitinum, og hevur hann umleið 30 ára starvsroyndir innan fiskiveiðieftirlit og sjóbjarging.
Um leiðsluna annars á Tilbúgvingarstovninum kann sigast, at:
Leiðari á Sjóbjargingarstøðini (MRCC) er Robert Olsen. Hann er útbúgvin skipsførari og hevur 27 ára royndir sum yvirmaður við handils-, havrannsóknar- og vaktarskipum (supply). Robert hevur harnæst royndir innan frálandavinnu, sum starvandi á boripalli.
Varaleiðari á Sjóbjargingarstøðini (MRCC) er Jens Julian Reinert, ið er útbúgvin verkfrøðingur. Jens Julian hevur 35 ára starvsroyndir frá Føroya Tele, har hann millum annað starvaðist sum tekniskur leiðari í mong ár.
Leiðari á Brunaumsjónini er Petur L. Olsen. Hann er útbúgvin byggifrøðingur og hevur drúgvar royndir innan eftirlitsarbeiði, bæði á stovninum og í privatu vinnuni. Á Brunaumsjónini starvast eisini fólk, ið eru útbúgvin innan “innsatsleiðslu”, ið er leiðsla í samband við átøk, har bruni ella dálking eru partur av vanlukkum og/ella átøk har sløkkilið luttaka.
Samskipari innan tilbúgving er Rógvi F. Johansen. Rógvi er útbúgvin cand. scient. adm. og arbeiðir millum annað við at tillaga ymisk viðurskifti í samband við yvirtøkuna av málsøkinum og at menna tvørgangandi mannagongdir millum stovnar og ráð innan tilbúgvingarøkið.