Eingin semja fekst í samráðingunum, sum hesa vikuna hava verið í London um skipan av fiskiskapinum eftir makreli í 2011. Partarnir taka samráðingarnar upp aftur seinni í mánaðinum.
Føroyar vóru vertur fyri fundinum og luttóku saman við ES, Íslandi og Noreg í tingingunum. Russland var við sum eygleiðari.
“Tingingarnar í London fóru fram í einum konstruktivum anda, og partarnir tykjast vera sinnaðir at finna eina varandi loysn í makrelósemjuni”, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hann leggur dent á, at makrelósemjan ikki verður loyst eftir einum degi, og at vit tí eiga at brúka ta tíð, ið skal til at finna eina nøktandi avtalu fyri framtíðina.
Makrelurin hevur, saman við øðrum felagsstovnum av uppsjóvarfiski á okkara leiðum, alstóran týdning fyri føroyska búskapin. Eingin millumtjóða avtala hevur verið um makrelin í ár, og tí gjørdu Føroyar fyrr í ár av at seta sær eina hámarksveiðu upp á 85.000 tons. Bróðurparturin av hesum er latin føroyskum skipum, men ein partur er brúktur til býtið við onnur lond, umframt at ein partur er settur av til makrelkanningar í føroyskum sjógvi.
Onnur lond hava eisini sett sær egnar kvotur í 2010. Samanlagdar eru kvoturnar hjá øllum londunum væl omanfyri tað, sum ICES mælir til at fiska av makreli í 2010.
Seinasta tilráðingin frá ICES staðfestir, at makrelstovnurin er væl fyri. Eitt nú vísa úrslitini frá eini felags kanning við skipum úr Føroyum, Noreg og Íslandi í summar, at meira er til av makreli longri vesturi og norðuri, enn undanfarin ár. Broytta útbreiðslan sást eisini aftur í tí góða makrelfiskiskapinum, ið var í føroyskum sjógvi í summar.
“Tað, at meira er til av makreli, og at hann hevur broytt ferðingarmynstur, er at fegnast um. Men avbjóðingin er, at skulu vit hava burðardyggan fiskiskap komandi árini, so er umráðandi, at partarnir koma fram til eina nøktandi og varandi skipan av fiskiskapinum eftir makreli”, sigur Jacob Vestergaard.