04.03.2015 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Standarlandasamráðingar um makrel í Tórshavn í dag og í morgin
Við Føroyum sum formanslandi verða standarlandasamráðingar á Hotel Føroyum í dag og í morgin, har tingast verður um eina framtíðar umsitingarstrategi fyri makrelstovnin.
Tey trý londini í makrelsemjuni frá 12. mars í fjør - Føroyar, ES og Noreg - tóku formliga avgerð um hesar samráðingar í fjør heyst. Ísland, Grønland og Russland eru eisini boðin við til hesar samráðingar.
Viðgerðin av framtíðar umsitingarstrategiini verður grundað á eina ICES tilráðing frá februar mánaði í ár.