13.01.2012 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Snellubátarnir kunnu nú royna í “Holinum”

Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður, hevur gjørt av at broyta kunngerðina um gýtingarfriðingar soleiðis, at snellubátar nú kunnu royna í “Holinum” .
 
Talan er um eina leið eystur úr Fugloynni, sum síðani 1998 hevur verið friðað fyri øllum fiskiskapi frá 15. januar til 1. apríl, lína undantikin. Endamálið er at verja upsan í gýtingini.
 
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at hóast fiskiskapurin eftir upsa hevur verið heldur lakur seinastu mánaðirnar, so vísa metingarnar, at upsastovnurin er væl fyri.
 
Tí mettu vit, at tað er rætt eisini at loyva snellubátunum at royna á stongdu leiðini frá 15. januar til 1. apríl, sigur Jákup Mikkelsen.