29.06.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Smærru útróðrarbátarnir kunnu aftur í ár royna á Føroya Banka
Útróðrarbátar í bólki 5 hava aftur í ár møguleika at royna á Føroya Banka.
Eftir kunngerðini, sum nú er lýst, kunnu bátarnir royna í samanlagt 80 fiskidagar fram til 31. august 2011.
Treyt fyri at fáa fiskiloyvi á Føroya Banka er, at báturin hevur fiskiloyvi á landgrunninum.
Í fjør summar var eisini avmarkaður fiskiskapur loyvdur á Bankanum. Tá avreiddu bátarnir eini 80 tons, tað allarmesta toskur.
Fyri at betra um trygdina hjá bátunum, og fyri at hava neyvari eftirlit við fiskiskapinum, er í ár sett í kunngerðina, at bátarnir, ið fara á Bankan, skulu hava fylgisveinaútgerð umborð, sum regluliga kann senda Fiskiveiðieftirlitinum knattstøður hjá bátinum.
Bátar, sum ætla sær á Føroya Banka í summar, skulu søkja Fiskimálaráðið um fiskiloyvi.