Mánadagin 7. september 2009 flytur Skipaskráseting Føroya í onnur høli í Sigmundargøtu 13 í Tórshavn (Skálatrøð).
Flytingin er ein liður í samanleggingini av FAS umsitingini og Skipaskránni, ið varð staðfest í málsøkjabýtinum hjá samgonguni frá september seinasta ár.
Í fleiri ár hevur Skipaskrásetingin verið deild undir Fiskimálaráðnum, men í framtíðini verður Vinnumálaráðið yvirskipaði myndugleikin.
Skipaskrásetingin hevur verið ein væl virkandi deild, og viðskiftafólk hava verið sera væl nøgd við tænastuna, teimum hevur verið veitt.
Randarsól Mohr og Sunneva Davidsen hava mannað deildina. Tær manna framhaldandi deildina nú hon verður flutt.
Fiskimálaráðið vil hervið takka Randarsól og Sunnevu fyri sera gott arbeiðslag, við ynskjum um góðan byr í nýggja arbeiðsumhvørvinum.