11.09.2012 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Skipanin í makrelfiskiskapinum fyri 2012 verður broytt
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at broyta skipanina í fiskiskapinum eftir makreli soleiðis, at allar avmarkingar millum skipabólkarnar og hámarkið fyri einstøk skip verða tikin burtur. Við hesum kunnu skip fiska av felagskvotum, sum tey upprunaliga ikki høvdu atgongd til.
Ein uppgerð frá Fiskiveiðieftirlitinum, dagfest 10. september 2012, vísir, at í fleiri bólkum eru líkindi ikki fyri, at felagskvoturnar verða veiddar.
Avgerðin er tikin við heimild í makrelkunngerðini, har landsstýrismaðurin kann hækka ella taka burtur hámarkið, og at loyva øðrum fiskiførum at veiða av felagskvotum, sum líkindi eru fyri ikki verða fullnýttar. Hetta fevnir eisini um kvotur, sum eru settar av sum felagskvota til vinnuligar makrelroyndir, verkætlanir ella samráðingar.
Broytingarnar eru galdandi frá og við leygardegnum 22. september 2012.
FISKIMÁLARÁÐIÐ,
Tann 11.09.2012