27.07.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Skipanarnevndin er liðug við arbeiði sítt

Landsstýrið staðfesti í samgonguskjalinum frá september 2008, at:
Setast skal skipanarnevnd at orða tilmæli til politiska myndugleikan um ta skipan, sum skal vera galdandi, eftir at øll fiskiloyvi sambært løgtingssamtykt fella aftur til landið í 2018. Nevndin skal eisini viðgera spurningin um útlendska kapitalpartin í vinnuni og spurningin um brúksskyldu og umsetiligheit av fiskidøgum. Arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagi á ólavsøku 2010.
 
Nevndin, ið var sett á sumri í 2009, er nú liðug við arbeiði sítt, og tilfarið er handað landsstýrismanninum.
 
Arbeiðið hevur verið skipað eftir verkætlanarleisti, við einum stýrisbólki og trimum verkætlanarbólkum.
 
Ein verkætlanarbólkur hevur gjørt frágreiðing um útlendskan kapitalpart í føroysku fiskivinnuni. Ætlandi verður hendan frágreiðingin grundarlag undir politiskum orðaskifti og viðgerð, sum skal lýsa ávirkanina av “útlendskum kapitalparti” í føroysku fiskivinnuni. Frágreiðingin staðfestir nakrar greiðar niðurstøður um, hvat vinnurekandi meta um spurningin, eins og metingar verða gjørdar av fíggjarligum avkasti og íløgum hjá feløgum við útlendskum kapitali, samanborið við feløg uttan útlendskan kapital. Frágreiðingin lýsir eisini lógarásetingar um spurningin í ymsum londum.
 
Annar verkætlanarbólkur hevur viðgjørt brúksskyldu og umsetiligheit sum amboð í fiskivinnustýringini, og hvussu umsetiligheit virkar innan verandi lógarkarmar. Frágreiðingin vísir millum annað á, at tørvur er á at broyta verandi lógarkarmar, so flyting av fiskirættindum verður smidligari og fríari.
 
Triði verkætlanarbólkurin hevur gjørt frágreiðing undir heitinum “Loyvisskipan í føroysku fiskivinnuni eftir 2018”. Frágreiðingin er ein stutt gjøgnumgongd av týdningarmiklum tættum í skipanini av fiskivinnuni, og í hesum sambandi loyvisskipanini. Víst verður á nøkur grundleggjandi uppskot um tillagingar í verandi skipan, eins og at hugtakið “rætt ásett fiskirættindi” verður viðgjørt sum avgerandi fyritreyt fyri betri loyvisskipan.
 
Stýrisbólkurin fyri arbeiðinum var mannaður við leiðsluni í Fiskimálaráðnum.
 
Í verkætlanarbólkinum, ið skrivaði frágreiðingina um útlendska kapitalpartin, vóru:
·        Óli Samró, búskaparfrøðingur, FAREC International
·        Heri Joensen, búskaparfrøðingur, Fiskimálaráðið
·        Sunniva Joensen, løgfrøðingur, Fiskimálaráðið
 
Í verkætlanarbólkinum, ið gjørdi frágreiðing um brúksskyldu og umsetiligheit av fiskirættindum, vóru:
·        Jens Helgi Toftur, fiskivinnufrøðingur, Fiskimálaráðið
·        Rúna F. Guttesen, løgfrøðingur, Fiskimálaráðið
 
Í verkætlanarbólkinum, ið viðgjørdi spurningin um loyvisskipanina, vóru:
·        Hjalmar Hansen, vinnuløgfrøðingur
·        Hjalti í Jákupsstovu, fiskifrøðingur
 
Allar frágreiðingarnar eru tøkar niðanfyri.