05.05.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Skipaeftirlitið og Norska Sjøfartsdirektoratet undirskrivað avtalu
Tann 29. apríl 2008 skrivaðu Skipaeftirlitið og Norska Sjøfartsdirektoratet undir avtalu um viðurkenning av vinnubrøvum til brúgvayvirmenn umborð á fiskiskipum.
Fyrst í hesum árinum fekk Skipaeftirlitið at vita, at Sjøfartsdirektoratet í Norra ikki vildi viðurkenna føroysk vinnubrøv til fiskiskip, av tí at hesi ikki eru STCW-áteknað.
Í Norra er krav sett um STCW-áteknað vinnubrøv umborð á fiskiskipum. Hetta hevur givið føroyskum yvirmonnum á norskum fiskiskipum trupulleikar, av tí at teir ikki hava hesa átekning. Við avtaluni, sum nú er undirskrivað, viðurkenna londini vinnubrøv til fiskiskip hvørt hjá øðrum, so sleppast kann undan, at føroyskir yvirmenn skulu hava STCW-átekning, fyri at sigla sum yvirmenn á norskum fiskiskipum.
Samstundis verða norsk vinnubrøv við fiskiskipum viðurkend her í Føroyum.