Høgni Hoydal landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum ynskir at styrkja sjálvbodna partin av landstilbúgvingini.
Sum ført varð fram á løgtingi í samband við aðalorðaskiftið um tilbúgving, er tað sjálvbodna arbeiðið, ið bjargingarfeløgini fremja kring landið, ein týðandi partur av landstilbúgvingini. Landsstýrismaðurin ynskir at styrkja hendan partin av landstilbúgvingini við at hækka játtanina til bjargingarfeløgini. Bjargingarfeløgini menna seg alsamt og hava víst á ein øktan tørv á fígging í samband við ymiskar verkætlanir, ið liggja fyri framman.
Myndina eigur Martin Højgaard og lýsir fjallabjargarar og SAR-manning undir venjing.