Sínámillum fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Russland fyri 2023
Føroyar og Russland hava í dag gjørt sínámillum fiskiveiðisáttmála fyri 2023. Talan var um talgildan fund. Avtalan, sum nú er gjørd, hevur tillagingar, ið taka atlit til broytingar í fiskastovnunum. Toskakvotan í Barentshavinum fer niður við 20 % í 2023, og hevur hetta við sær, at føroysku kvoturnar av botnfiski verða 20 % lægri enn í 2022. Føroyska rækjukvotan hækkar við 1.500 tonsum. Eisini tær russisku kvoturnar av svartkjafti, makreli og norðhavssild í føroyskum sjógvi lækka.
Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2023 verða hesar: Toskur 12.285 tons, hýsa 1.276 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons.
Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2023 verða hesar: Svartkjaftur 72.000 tons, makrelur 13.000 tons og sild 8.500, íroknað hjáveiðu.