28.04.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Setanarrøða hjá landsstýrismanninum í Norðurlandshúsinum í morgun
BARA EIN 0-LOYSN ER NØKTANDI
Eitt nógv jaglað hugtak í hesum landinum tit nú vitja er: Í Føroyum býr ongin av praktiskum orsøkum. Ein av stóru høvundum okkara, Heðin Brú, eigur orðini, og tey vóru, eru og verða ein sannleiki við at kalla ongum modifikatiónum. Vit liggja norður ímóti arktisku skipanini, har við er veturin harður og myrkur, vit liggja árend í mun til trýstskipanirnar, ið ferðmiklar koma bóltandi í beinari kós úr Mið- og Norðurameriku og geva okkum ein óvanligan turbulens í veðurlagnum, og tá ið okkum var tillutað so lítið av landaøki í Skapanarverkinum, er lagnufelagsskapurin við havið og loftrúmið sjálvsagdur. Meginreferansan hjá øllum íbúgvum landsins. Vit liva mitt í sjónum og av tí, sum úr sjónum kemur. Alt okkara vørukeyp uttanlands verður fíggjað við ressourcurentuni úr egnum fiskastovnum og umbýttum rættindum í fremmandum sjógvi.
Tað er sera skilagott av altjóða felagsskapinum IASST at skipa várfundin 2008 í Føroyum. Amboðini, sum hava lívbjargað fólkinum í hesum oyggjum hava verið bátar og skip, í hundraðir av árum, ja, heilt síðani landnámið. Vit kenna søguna um trygd á sjónum og ófatiliga kostnaðin av ov veikum lógarkarmum og fyriskipanum frá altjóða samfelagnum og ikki minst frá nationalum politiskum skipanum. Mannalív eftir mannalív eru í ótíð tikin úr mannaættini á hesi kontuni. Sivilisatiónin rakk tó umsíðir inn um lúnningarnar, og bara í okkara tíð hava vit gjørt eitt skarvslop rætta vegin, sum ongin hevði roknað við kundi henda. Hetta sigi eg av egnum royndum sum sjófarandi alt mítt lív, líka fram til tann dagin, tá ið ein euforiserandi politisk basilla hertók sálina og leinkjaði hana í óloysiligar fjøtrar. Kanska situr onkur tykkara nú og hugspekir um, at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík kanska skuldi farið undir eitt serligt trygdarskeið fyri politikarar, soleiðis at teir kunnu koma sær turrskøddir í land aftur, burturúr heimsins skitnasta handverki, áðrenn teir ganga burtur í melduródnunum, sum taka seg upp við jøvnum millumbilum.
Trygd yvirhøvur er tíbetur vorðið eitt fyribrigdi, sum er nógv umrøtt í tíðini, eitt gott brand. Eisini í Føroyum er hetta nú ein lívsstílur. Politiska skipanin hevur raðfest hetta í fremstu røð í mong ár, og endamálið er áhaldandi ein optimalisering, ein støðug jagstran eftir 0-loysnini. Har ongin dettur niður ímillum, orsakað av tí, at fyrireikingarnar ikki vóru nóg dyggar. Okkara trygdarstovnar eru ungir, tvs. at tað eru bert fá ár síðani, at hetta danska hjálandið skipaði hesi viðurskifti undir egnum ræði. Fiskiveiðieftirlit, skipaeftirlit, arbeiðseftirlit, tyrlutilbúgving, tilbúgvingarstovnur o.s.fr. Trygdarmiðstøðin hjá Mariusi er sjálvandi ein fyribyrgjandi stovnur í øllum hesum. Ókomnar vanlukkur, sum ikki kasta skuggar frammanfyri sær, eru eitt komplekst mál at fyrireika seg til. Tað krevur militeran aga at stjórna slíkum, tá ið óhepnið er eftir okkum, og vit gera alt tað, vit eru ment fyri at samskipa, tryggja og styrkja allar kordelarnar í trygdarweirinum. Tí sum Roald Amundsen segði við amerikanskar journalistar, tá ið hann kom aftur av Suðurpólinum, og líkið av Scott lá undirkavað stutt frá norska flagginum á Antarctic:
Victory goes to the man
who has made all
arrangements in advance
People call it luck !
Defeat awaits the man who
has not taken the
nescessary measures in time
That is called bad luck !
Tað er ógvuliga týdningarmikið, at tit sum taka tykkum av teimum praktisku lutunum í trygdini, eru samansjóðað í einum altjóða felagsskapi. Tað eigur eisini at liggja ein latentur tryggleiki í synergieffektini, sum eigur at koma burturúr slíkum millumtjóðasamstarvi, og tað má vera soleiðis, at frontsoldátarnir, teir sum ganga fremstir í trygdarstíggjunum sleipa allar hinar eftir sær, tað má bara ikki blíva sum við konvoyunum, har lægsti felagsnevnarin, aftasta skipið í røðini, avger ferðina, strategiina og taktikkin hjá øllum hinum. Sjálvandi eru tit menn fyri at tryggja framhaldandi menning á hesum palli tykkara, sum kann vera fyrireiking til nakað so makaburt sum at vinna seg upp um gáttina ímillum deyðan og lívið.
Fokusið á hesum fundinum er strongd, og tað er eitt sera væl valt tema. Hetta er eitt væl kent fyribrigdi. Lívið er einfaldari umborð á skipum enn tað hjá stórbýarfólki, sum fresa aftan á sær sjálvum og tíðini fyri at skipa sær eina so sterka vælferð sum møguligt. Sjálvur haldi eg, at sjólívið var nógv minni strongjandi, enn lívið uppi á landi er tað, sjálvt um tað kundu vera nógvar harðar og beiskar løtur, tá ið himmal og hav gingu saman í eitt, tá ið tað at kalla grundbreyt á Reykjanesrygginum, við Hvarvið ella, tá ið stormarnir fóru súsandi framvið Cape of Good Hope, og ísurin í Grønlandi tóktiskt hava eina ætlan um at gera enda á tær. Men ongin ivi er um, at strongdin finst, í ólukkumáta hjá summum. Og hon hevur nógvar fasettir. Diversificeringspulsurin er høgur. Havi verið saman við monnum sum hava longst so illa, at teir løgdust sjúkir í koyggjuna og smokkaðu saman sum hím. Tað var bara materian, sum bardi teir frá landi, frá bryggju, men tað vignaðist sjálvandi ikki, tá ið sálin og búkurin vóru á kollisiónskós.
Tað eru tvær meginásir viðvíkjandi strongdini hjá sjófólki. Hin kropsliga og hin sálarliga. Tey sum kanna mynstringarlistarnar frá tí, at Føroyar slitu seg úr feudalinum og gjørdust ein fiskivinnutjóð síggja skjótt, at tað fyri tað mesta vóru ungir menn sum mannaðu sluppirnar. Teir flestu løgdust uppi, fyri at teir rukku hálvthundrað árum í aldri. Og á gongulagnum hjá teimum flestu sást, at teir høvdu verið herjaðir av kropsligari strongd og herviligari slitasju. Ov lítið varð gjørt fyri at lætta um gerandisdagin. Konservativisman var so gjøgnumgangandi, at kalla ein kredda, eisini hjá manningunum sjálvum, at tikið verður til, at tá ið flekiborðini komu umborð í skipini, vóru tey ripaði fyri borð aftur, tí at tað skuldi vera so lítið mansligt at standa í arbeiðshædd og flekja. Áhaldandi, í áravís, eftir hetta lógu menn á dekkunum og flaktu, ímeðan ísakaldi sjógvurin í norðurhøvum skolaði inn um skanndekkini. Júst á hesum mótinum er størsta menningin farin fram, eisini í høvdinum á fólki, og meðalaldurin er farin upp samsvarandi.
Sálarliga strongdin er annað og eitt meira komplekst mál. Sjómanslívið er eitt einsamalt lív. Man er í grundini tikin úr natúrliga høpinum serliga tí, at tað fyri tað mesta bara hava verið menn, sum hava mannað skipini. Hetta hevur útviklað eina macho-mentan sum er eirindaleys. Jargongin er ikki fyri sartar sálir, og tað gongur oftani út yvir tær veikaru sálirnar. Onki eksternt undirhald er, har eru ongar konsertir, ongar kykmyndahallir, ongi vertshús, ongar kirkjur you name it. Tí verður undirhaldið ofta happing, sum kann gera ilt í sálini hjá teimum sum standa fyri illveðrinum. Hetta er vælkent strongdarfænomen, sum eisini er viðgjørt í litteraturinum. Rukkan umborð er eitt nógv viðgjørt tema í føroyskum bókmentum. Ivaleyst broytast hesi viðurskfti eisini. Tilboðini eru frægari, túrarnir styttri og kommunikatiónshættirnir soleiðis skikkaðir, at støðugt samband er við tey heimaverandi. Nógv er broytt síðani vit í dagavís plagdu at royna at fáa eina samtalu ígjøgnum á Lyngby ella Rogaland Radio, og líkamikið hvussu ljóðviðurskiftini vóru, so skuldu vit gjalda einar 30 krónur fyri hvønn minuttin, í so máta hevur sálarliga nærveran yvirhálað ta fysisku. Ein ljóskastari í polarnáttini hóast alt.
Tað ræður um at implementera trygdarhugtakið sum ein sjálvsagdan part av hugsanarverkinum hjá hvørjum einstøkum, annars kemst ongan veg. Og tað ræður fyri alt í verðini um ikki at taka common sense mekanismuna frá individinum, tí tá hevur tú onki vunnið. Tá kann tað skjótt ganga líka so galið sum hjá Kalla Katt, ið gekk og mól undir eini bingju úti á Molanum í Havn:
Ein dagin undir lossing ein stórur kassi datt,
og so var ongin tímalønin meir hjá Kalla Katt.
Tað er fjálgt at pensjónerast av at gerast sekstifimm,
men beiskst at missa farmin tí at árar leggjast inn.
Nú hoyrdi eg, at Steve Callahan, á sama hátt sum djúpu lágtrýstini er komin allan vegin úr USA at vitja okkum, fyri at gera okkum til ein part av hansara royndum í tí váta elementinum. Skilji á lagnum, at hóast hann á sama hátt sum undirritaði bæði hevur góðar og minni góðar royndir í tí fakinum, ger sær mangan túrin oman á bolverkið í Boston fyri at vitja maritima umhvørvið. Havi ikki tal á hvussu mangan eg havi verið í Boston, veit heldur ikki um okkara vegir eru umskaraðir har um leiðir, men einu ferðina vit høvdu havt toskarhøvd til døgurða, bjóðaði eg mær til at stoyta løgin og høvdaskrokkarnar fyri borð, fyri at lætta um hjá kokkinum. Uttan at hyggja meg fyri setti eg hesa gigantisku grýtuna upp á lúnningina og lat fara. Áðrenn eg fekk rátt meg um, hoyrdi eg ýl sum frá stungnum grísum. Tá lá ein lítil patruljubátur frá U.S. Coast Gard beint undir hekkuni, og teir høvdu fingið allan henda glóðheita løgin beint niður í hjálmarnar. Eg vardi meg sum frægast frá eini stórari bót við at argumentera fyri tí heilt natúrligu prosessini, at tað sum var komið úr havinum átti at sleppa aftur í sína natúrligu legu. Argumentatiónin beit á, bótin bleiv ongin, men tá lærdi eg í hvussu er, at betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin.
Hervið er várfundurin 2008 hjá IASST-felagsskapinum í Norðurlandahúsinum settur. Tøkkina eiga tit, ið lýddu á.
Tórbjørn Jacobsen
landsstýrismaður