Samráðingarnar í Oslo 29. og 30. oktober 2007 millum strandarlondini ES, Føroyar og Noreg endaðu við eini semju um, at mest loyvda veiðan av makreli í 2008 ikki skal fara upp um 456 tús. tons. Hetta eru góð nýggju prosent minni enn kvotan í ár
Føroyar hava 4,63% av heildarkvotuni, sum eru 21.098 tons..
Ein partur av mest loyvdu veiðuni er settur av til altjóða sjógv og er regulerað í NEAFC.
Ásetingin av heildarkvotuni fyri 2008 byggir á eina avtalu millum strandarlondini um umsiting av makreli í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum frá 1999. Hendan avtalan hevur m.a. ein veiðisetning, sum setur karmarnar fyri áseting av mest loyvdu veiðini við støði í tilmælum frá ICES.
Í seinastu ráðgevingini fyri makrel sigur ICES, at ein heildarkvota millum 349.000 tons og 456.000 tons er í samsvari við veiðisetningin og innan fyri lívfrøðiliga forsvarligar karmar.
Á fundinum í Oslo samdust ES, Føroyar og Noreg eisini um, at halda fram við samstarvinum um eftirlit við makrelfiskiskapinum.
Í 2001 varð settur ein arbeiðsbólkur við eftirlitsfólkum úr øllum trimum londunum at arbeiða við, hvussu eftirlitið kann gerast betri. Arbeiðið hjá hesum bólki hevur givið góð úrslit, og eftirlitið í sambandi við fiskiskapin eftir makreli er samskipað og fer í stóran mun fram eftir sama leisti í øllum londunum.
Londini eru eisini samd um at menna samstarvið um vísindaligar kanningar av makrelstovninum.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur í hesum sambandi, at ein virkin leiklutur innan fyri havrannsóknir er ein fyrimunur, tá samráðst verður um fiskiskap millum lond.
Hann vísir á, at sambært granskarum og fiskimonnum eru greiðar ábendingar um, at umhvørvið og harvið umstøðurnar hjá øllum livandi í sjónum á okkara leiðum broytast, og at hesar broytingar eisini síggja út til at hava stórt árin á ferðingarmynstrið hjá pelagisku fiskastovnunum – her undir makreli.
- Eg havi tí sett mær fyri í næstum, saman við vinnuni og Fiskirannsóknarstovuni, at gera eina lýsing av, hvørji øki eru, har rannsóknir í størri mun eiga at verða gjørdar, fyri m.a. at lýsa broyttu útbreiðsluna av makreli í okkara sjóøki betur. Hetta skal vera við til at undirbyggja okkara lut í teimum ferðandi fiskastovnunum í Norðurhøvum – eisini makrelinum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.
Avtalan um makrelfiskiskapin fyri 2008 les her