Á fundi í Reykjavík hesa vikuna um kongafisk í Irmingarhavinum komu strandarlondini, ið eru Føroyar, Grønland og Ísland, saman við ES og Noreg til eina semju um, hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fýra árini. Russland, sum hevur luttikið í samráðingunum frammanundan, møtti ikki upp til fundin í Reykjavík og er ikki við í semjuni.
Talan er um eitt gjøgnumbrot í samráðingunum um umsiting av hesum fiskastovnum. Í fyrsta lagi tí hesar samráðingarnar hava verið afturvendandi í fleiri ár, uttan at semja hevur verið fingin. Í øðrum lagi tí tað loksins er eydnast pørtunum at semjast um at taka hædd fyri vísindaligu ráðgevingini um stovnsuppbýti. Og í triðja lagi tí talan er um eina semju fyri fýra ár og ikki bara eitt ár.
“Tó at ikki allar ósemjur eru fingnar av vegnum, er tað mín vón, at hendan avtalan leggur grundarlag undir víðari samstarv um umsiting av kongafiskastovnunum í Irmingarhavinum”, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Í út við 10 ár hava samráðingar verið um eina skipan av fiskiskapinum eftir kongafiski í Irmingarhavinum, uttan at nøkur semja hevur verið fingin. Samráðingar hava verið millum strandarlondini sínámillum og í øðrum førum millum strandarlondini og hini limalondini í NEAFC. Ósemja hevur serliga verið um stovnsuppbýti, heildarkvotu og býti av slíkari.
Á fundi í Reykjavík hesa vikuna eydnaðist so loksins strandarlondunum, saman við ES og Noreg, at semjast um eina avtalu, sum síðani fer víðari til atkvøðugreiðslu í NEAFC. Avtalan leggur karmarnar fyri fiskiskapinum eftir kongafiski í Irmingarhavinum frá 2011 og fram til 2014.
Vísindaliga ráðgevingin sigur, at tveir kongafiskastovnar eru í Irmingarhavinum, ein stovnur á djúpum sjógvi, sum er í landnyrðingspartinum av Irmingarhavinum, og ein “ovari stovnur”, ið er í útsynningspartinum. Báðir stovnar verða mettir at vera illa fyri. Vísindaliga tilmælið fyri 2011 er, at í mesta lagi 20.000 tons eiga at verða fiskað av tí djúpa stovninum, meðan onki skal verða fiskað av tí ovara stovninum.
Semjan, sum nú er gjørd, ber í sær, at heildarkvotan fyri kongafiskin á djúpum sjógvi í 2011 verður 38.000 tons, harav føroysk skip kunnu fiska 2.557 tons, ið er 6,73% av heildarkvotuni. Hetta er meira enn Føroyar høvdu í gomlu avtaluni. Komandi árini verður heildarkvotan lækkað so líðandi og verður 20.000 tons í 2014. Samsvarandi vísindaligu ráðgevingini verður tað samstundis bannað at fiska av ovara stovninum.