12.01.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Semja um fiskiveiðirættindini millum Føroyar og Ísland

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, og íslendski starvsbróðir hansara, Jón Bjarnason, eru í dag komnir ásamt um sínámillum fiskiveiðirættindini fyri 2011.
 
Avtalan verður á sama støði sum í 2010. Føroyska botnfiskakvotan undir Íslandi verður framhaldandi 5.600 tons tilsamans. Toskakvotan verður 1.200 tons, sum er tað sama sum undanfarin ár, og kvotan av kalva verður framhaldandi 40 tons. Kalvin í íslendskum sjógvi er illa fyri, og Ísland gjørdi vart við, at beinleiðis veiða eftir kalva møguliga verður bannað. Føroyar fáa í góðari tíð undan boð um hesi viðurskifti, so høvi verður at umrøða málið.
 
Føroyska lodnukvotan fyri vertíðina 2011/2012 verður 30.000 tons, um heildarkvotan verður 500.000 tons ella meir. Verður heildarkvotan minni, verður føroyska kvotan 5% av heildarkvotuni. Føroysk skip kunnu virka 2/3 av kvotuni til matna, men eftir 15. februar avmarkað til 1/3. Er kvotan undir 500.000 tons, kunnu ¾ tilsamans virkast til matna, men tó ikki meir enn 1/3 eftir 15. februar. Hetta er óbroytt frá avtaluni fyri 2010.
 
Føroyar hava í fleiri ár gjørt vart við sína misnøgd við, at Ísland setir treytir fyri, hvussu føroysk skip gagnnýta sína kvotu – antin til framleiðslu til matna umborð ella til framleiðslu til matna aðrastaðni enn í Íslandi. Eftir føroyskum tykki er hetta eisini í stríð við Hoyvíkssáttmálan, og semjur gjørdar í tí sambandi. Ísland varð kortini heldur ikki hesaferð sinnað at ganga føroyska sjónarmiðinum á møti. Føroyar boðaðu tí á fundinum frá, at málið fer aftur at verða tikið upp á fundi millum uttanríkisráðini í Føroyum og Íslandi, tá viðurskifti viðvíkjandi Hoyvíks­sáttmálanum verða viðgjørd.
 
Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi í 2011 verður framhaldandi 1.300 tons, og kvotan av aðrari sild enn norðhavssild verður eisini óbroytt 2.000 tons.
 
Semja var um at halda fram við skipanunum um, at skipini fáa atgongd at fiska ávikavist norðhavssild og svartkjaft hvør hjá øðrum. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur í føroyskum sjógvi og føroysk skip sínar kvotur í íslendskum sjógvi.
 
Partarnir viðgjørdu eisini møguleikan fyri, at føroysk skip kunnu fiska rækjur á Dhorn bankanum og møguleikan fyri, at Føroyar kunnu gagnnýta íslendsku rækjukvotuna á Grand Bank (NAFO leið 3L).
 
Partarnir umrøddu onnur mál av felags áhuga, m.a. strandarlandasamráðingarnar um makrel. Ráðharrarnir kunnaðu hvønn annan um støðuna hjá hvørjum landi í makrelmálinum og umrøddu støðuna serliga við atliti at, at ongin strandarlandaavtala fekst í lag fyri 2011.
 
Samsvarandi niðurstøðu frá fundinum millum ráðharrarnar í februar 2010 var ein fundur í heyst millum Føroyar og Ísland um eftirlitsmál. Ráðharrarnir vóru væl nøgdir við henda fundin og taka undir við, at eftirlitsmyndugleikarnir í báðum londunum hava fund at viðgera mál, sum viðvíkja eftirliti við føroyskum skipum í íslendskum sjógvi og íslendskum skipum í føroyskum sjógvi.