Semja millum Føroyar og Ísland um fiskiveiðiavtalu fyri 2019 og 2020
Høgni Hoydal, landsstýrismaður og íslendski fiskimálaráðharrin Kristján Þór Júlíusson samdust á fundi í Reykjavík fríggjadagin um eina tvey ára fiskiveiðiavtalu fyri árini 2019 og 2020 millum Føroyar og Ísland.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður var til ráðførslu í Uttanlandsnevnd Løgtingsins í morgun um semjuna.
Avtalan ber í sær, at føroysk skip eins og árini framman undan kunnu fiska í íslendskum sjógvi og íslendsk skip í føroyskum sjógvi. Tó er tann broyting gjørd sammett við 2018, at Føroyar fáa upp til 30.000 tons av lodnu, um lodnukvota er ásett fyri íslendskan sjógv. Í 2108 var hámarkið fyri lodnukvotuna 25.000 tons. Føroyska botnfiskakvotan verður framhaldandi 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 650 tons av brosmu.
Avtalað er, at atgongdin at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum; hetta er eisini óbroytt í mun til undanfarin ár.
Fiskimálaráðharrarnir samdust um at halda fram við samráðingunum um rammusáttmála landanna millum og í tí sambandi hvør at tilnevna serkøn at meta um virði á veiðu og atgongd, sum verður at nýta í sambandi við fiskiveiðiavtalu landanna millum. Hetta arbeiðið skal verða liðugt miðskeiðis í 2020.
Avtalan, sum er fyri tvey ár, gevur londunum umstøður at halda áfram við arbeiðinum at gera nýggjan rammusáttmála, samstundis sum tryggjað verður, at fiskiveiðisamstarvið landanna millum, ikki verður nervað.
“Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland er av týdningi fyri báðar partar, og eg fegnist um, at vit hava fingið eina góða loysn, ið skapar støðug viðurskifti millum londini og hjá vinnuni, meðan samráðst verður víðari um nýggjan rammusáttmála”, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Kunngerðin, sum skipar fiskiskapin hjá føroyskum skipum í íslendskum sjógvi, fer nú til hoyringar, og væntandi kunnu fyrstu loyvini til føroysk skip í íslendskum sjógvi útskrivast innan stutta tíð.