11.10.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Semja í NAFO um at vísa varsemi í toskafiskiskapinum á Flemish Kap

Ársfundurin í NAFO varð hildin 19.-23. september 2011 í Halifax í Kanada. NAFO er millumlanda felagsskapur fyri samstarv um fiskiskap í altjóða sjógvi í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Av størstum týdningi fyri Føroyar í NAFO økinum er toskafiskiskapur á Flemish Kap og rækjufiskiskapur á Flemish Kap og Grand Bank. 
Í 2010 var fiskiskapurin eftir toski á Flemish Kap latin upp aftur aftaná eitt 11 ára veiðibann. Hóast toskastovnurin er í menning, var á ársfundinum í ár breið semja millum NAFO limalondini um at vísa varsemi og at halda seg til tilmælið frá vísindanevndini um eina heildarkvotu á 9.280 tons komandi árið. Føroyar hava størsta einstaka partin av toski á Flemish Kap, svarandi til góð 22% av heildarkvotuni, sum gevur Føroyum 2.074 tons av toski í 2012.
Eins og í fjør eru ábendingar um, at rækjustovnurin á somu leiðum er illa fyri. Í samsvari við vísindaligu ráðgevingina innan NAFO var greiður meiriluti fyri, at veiðibannið fyri rækjur á Flemish Kap (NAFO øki 3M) heldur áfram í 2012. Føroyar mæltu frá einum fullkomnum veiðibanni í fjør, m.a. tí víst varð á, at sjálvt ein avmarkaður fiskiskapur gevur vísindanevndini virðismiklar upplýsingar at nýta í sínum stovnsmetingum. Somuleiðis er greitt, at vøksturin í toskastovninum hevur helst meira at siga fyri støðuna hjá rækjustovninum í dag á Flemish Kap. 
Í sambandi við fiskiskap eftir rækjum á Grand Bank (NAFO øki 3L), mælti NAFO vísindanevndin til at avmarka heildarveiðina í 2012 til 9.350 tons. Føroyar vístu í hesum sambandi á, at tað er týdningarmikið at fylgja vísindaligu tilmælunum, men at tað samstundis er neyðugt at taka hædd fyri møguleikunum hjá fiskivinnuni at tillaga seg broyttu fiskimøguleikunum eftir rækjum. Ein niðurskurður frá 19.200 tonsum í 2011 niður á 9.350 tons fyri 2012 var mettur at vera eitt ov stórt lop at gera í einum. Føroyar komu tískil við uppskoti um at lækka fiskiskapin eftir rækjum yvir eitt tvey-ára tíðarskeið. Meiriluti var fyri hesum uppskoti, og heildarkvotan fyri 2012 verður sostatt 12.000 tons.
Ósemjan í NAFO um býtið av rækjum á Grand Bank er tó framvegis óloyst. Tískil hava Føroyar aftur í ár tilskilað sær rætt til at mótmæla verandi býti og seta egna kvotu við støði í samtyktu heildarkvotuni.
Føroyar eiga eisini kvotur av svartkalva og kongafiski á Flemish Kap, og verða hesar ávikavist 210 tons og 69 tons í 2012.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá NAFO á www.nafo.int