Landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum og landsstýriskvinnan í løgmálum hava tann 16. mai 2008 skrivað undir eina ætlanaryvirlýsing um at víðka samstarvið millum aðalráðini á havumhvørvisøkinum til eisini at fevna um tilbúgving.
Endamálið við hesum samstarvi er, at ráðini og tilhoyrandi stovnar arbeiða saman fyri í felag at fáa til vega eina tilbúgvingarætlan fyri havumhvørvisøkið. Í tilbúgvingarætlanini verður m.a. greinað, hvussu ítøkiligt uppgávubýtið skal vera millum ymiskar myndugleikar og stovnar, og hvussu annars skal farast fram, tá tað ræður um basing av olju og kemikaliudálking á sjónum og á strondini. Ítøkilig samstarvsavtala um hesi viðurskifti verður undirskirvað millum aðalráðini í næstum.
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiski og tilfeingismálum, og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í løgmálum, fegnast um, at samstarvið millum aðalráðini er víðkað til eisini at fevna um tilbúgving.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Fiski- og Tilfeingismálaráðið og til Løgmálaráðið.