Samstarv um fiskiveiði í Suðurkyrrahavinum - fyribils regulering samtykt í Kili
Tað, sum hevði størsta áhugan hjá Føroyum á fundinum var regulering av fiskiskapinum eftir rossamakreli í altjóða sjógvi útfyri Kili, har skip undir føroyskum flaggi eisini royna.
Londini á fundinum samdust um eina skipan av fiskiskapinum eftir uppsjóvarfiski, sum ber í sær, at royndin í 2008 og 2009 ikki fer upp um tað, hon var í 2007. Royndin verður roknað sum bruttotonsatal, BT. Fyri Føroyar merkir semjan um pelagiska fiskiskapin, at skipini undir føroyskum flaggi, ið eru har í 2007, kunnu fiska undir somu treytum í 2008 og 2009.
Semjan leggur eisini upp til vísindaligt samstarv og at savna allar stovnsmetingar og vísindaligar kanningar, so hesar kunnu verða grundarlag undir stovnsmetingum av pelagiskum stovnum. Rossamakrelur skal viðgerast í einum arbeiðsbólki av fiskifrøðingum, samstundis sum ein serlig workshop verður um rossamakrel.
Á fundinum var eisini semja um at avmarka royndina og veiðina í botnfiskiskapinum til tað, hon er í løtuni. Royndin og veiðan skal ikki fara upp um tað, hon var í miðal um árið í tíðarskeiðinum 2002-2006, og roynast skal heldur ikki á nýggjum leiðum.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Fiskimálaráðið ella á heimasíðuni www.southpacificrfmo.org.