26.08.2013 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Samráðingarráð sett á stovn og tilnevnt

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sett eitt serligt ráð á stovn við royndum og útbúnum fólki, ið hava førleikar antin innanfyri altjóðasamráðingar, fiskivinnu ella samskifti, at veita strategiska ráðgeving til landsstýrismannin og føroyska samráðingartoymið, nú samráðingarnar um norðhavssild og makrel standa fyri durum. Samráðingarráðið er skipað við hesi manning:
 
Kjartan Hoydal, formaður
Arni Poulsen, næstformaður
Bogi Eliasen, ráðslimur
Esther Dahl, ráðslimur
Hertha Olsen, ráðslimur
Hjalti í Jákupsstovu, ráðslimur
Kitty May Ellefsen, ráðslimur
Rúna Hjelm, ráðslimur
Sonja Jógvansdóttir, ráðslimur
Jákup Mørkøre, skrivari
                         
Limirnir í samráðingarráðnum umboða ikki nøkur áhugamál, og eru einans bundnir av sannføring síni. Føroyska vinnan er umboðað í føroysku sendinevndunum fyri norðhavssild og makrel.
 
Jacob Vestergaard sigur, “at sjáldan í okkara søgu hava so stórar avbjóðingar verið fyri framman, nú tjóðskaparligu áhugamál Føroya skulu røkjast á ein fullgóðan hátt í sambandi við samráðingarnar um býtið av norðhavssild og makreli millum strandarlondini.”
 
Jacob Vestergaard sigur víðari, “at tað er avgerandi fyri tilgongdina, at føroyska samráðingartoymið fær holla ráðgeving frá samráðingarráðnum, og at hetta fer at lyfta samráðingarnar upp á eitt hægri støði, eins og tað fer at fólksliggera samráðingarnar, nú virði fyri nógvar milliardir krónur hjá Føroya fólki standa upp á spæl.”
 

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær beinleiðis til Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðara, á telefon +298 553249.