06.12.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Samráðingarnar við Noreg niðurlagdar

Sínámillum samráðingarnar millum Føroyar og Noreg um fiskiveiðiavtalu fyri 2011, sum byrjaðu í Keypmannahavn í dag, eru niðurlagdar.
Noreg tengir sínámillum samráðingarnar við Føroyar saman við samráðingunum um makrel, og er ikki sinnað at undirskriva sínámillum avtalu við Føroyar, fyrr enn avtala er gjørd um makrel. Hetta gjørdi norski samráðingarleiðarin greitt, tá sínámillum samráðingarnar byrjaðu í morgun.
Einki grundarlag var sostatt fyri at halda áfram við sínámillum samráðingunum, og samráðingarnar vóru eftir føroyskum ynski niðurlagdar.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur í stuttari viðmerking, at Føroyar ikki kunnu góðtaka, at sínámillum avtalan og makrelavtalan á hendan hátt verða tvinnaðar saman. Talan er um ymisk viðurskifti, sum eiga at verða viðgjørd hvør sær. Men um Noreg kortini ikki er sinnað at skriva undir sínámillum avtalu við Føroyar, er onki grundarlag undir samráðingunum. Tí vórðu samráðingarnar niðurlagdar.