30.10.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Samráðingarnar um makrelin niðurlagdar

Strandarlondini Føroyar, ES og Norra hava hesa vikuna verið til samráðingar um felags umsiting av makrelfiskiskapinum fyri 2010.

Partarnir hava sitið við samráðingarborðið alla vikuna, men tað eydnaðist ikki at koma til eina felags semju. Tískil eru samráðingarnar niðurlagdar.
 

Høvuðsspurningarnir, ið vórðu viðgjørdir, vóru millum annað:

 
  • Innanhýsis býtið av kvotuni
  • Tíðarætlan og gildistíð í framtíðar avtalu
  • Støðan hjá strandarlondum mótvegis Íslandi
  • Atgongd til fiskiskap í økjunum hvør hjá øðrum
  • Støðan til serkvotur (Norður- / suðurkomponent).
 
Ætlandi møtast partarnir aftur seinni í heyst, men nágreinilig dagfesting er ikki ásett.
 
Í føroysku samráðingarnevndini vóru:
 
                      Andras Kristiansen, samráðingarleiðari, Fiskimálaráðið
                      Janet Nørregaard, fulltrúi, Fiskimálaráðið
                      Jens Helgi Toftum, fulltrúi, Fiskimálaráðið
 
Havstovan var umboðað av Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingi og Fiskiveiðieftirlitið av Jóhan Simonsen, fulltrúa.
 
Føroya Reiðarafelag og Felagið Nótaskip høvdu umboð á staðnum allar dagarnar.
 
Samráðingarnar fóru fram í írska býnum Cork.