Samráðingar hava verið í døgunum 23.-24. oktober 2013 millum tey fýra strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg um makrel. Grønland og Russland luttóku sum eygleiðarar.
Eftir at øll tey vanligu punktini á dagsskránni vóru avgreidd, eitt nú vísindaliga frágreiðingin frá ICES, avgjørdu samráðingarleiðararnir at niðurleggja samráðingarnar og taka tær upp aftur um fáar vikur fyri, at strandarlondini kunnu fáa høvi til at mýkja støðuna teirra millum enn meira.
Tey bæði stóru punktini á dagsskránni, ið vórðu útsett til samráðingarnar verða uppaftur tiknar eru at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2014, og at býta makrelin millum strandarlondini.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at samráðingarnar millum strandarlondini eru nú farnar inn í eitt spennandi og avbjóðandi endaspæl, sum fer at vísa, um støðan á hesum sinni er búgvin til eina semju um býtið av makreli fyri 2014 og fylgjandi ár.
Føroyska samráðingartoymið, Sendistovan í London, Felagið Nótaskip og Føroya Reiðarafelag mannaðu føroysku sendinevndina.
Opening Statement hjá føroyska samráðingarleiðaranum kann heintast [her].