Landsstýrismenninir í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø og Einar K Guðfinnson, hittust á fundi í gjár í Keypmannahavn og avgreiddu fiskivinnuavtaluna fyri 2007 endaliga.
Í mun til avtaluna fyri 2006 eru høvðusstigini hesi:
Føroyska botnfiskakvotan í Íslandi verður tann sama, tað merkir 5.600 tons, harav toskur í mesta lagi er 1.200 tons.
Føroysk lodnuskip í fiskiskapi við Ísland kunnu framleiða ávísan part av veiðuni til matna ella landa hana til matna uttan fyri Ísland.
Íslendskir myndugleikar senda umboð til Føroyar, við tí fyri eyga at økja talið av góðkendum landingarstøðum til móttøku av íslendskum fiski í Føroyum.
Talið av íslendskum svartkjaftaskipum í føroyskum sjógvi er avmarkað til 12 skip samstundis.
Viðurskiftuni viðvíkjandi íslendskum fiskiskapi eftir svartkjafti, norðhavssild og markreli í føroyskum sjógvi verða annars tey somu sum í 2006.