09.12.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Samráðingarnar millum Føroyar og ES niðurlagdar

Sínámillum samráðingarnar millum Føroyar og ES um fiskiveiðiavtalu fyri 2011, sum byrjaðu í Keypmannahavn í gjár, eru niðurlagdar.
ES tengir sínámillum samráðingarnar við Føroyar saman við samráðingunum um makrel. Ein sínámillum avtala við Føroyar fyri 2011 er treytað av, at ES, Noreg og Føroyar undir samráðingunum um makrel fríggjadagin koma ásamt um at gera langtíðar avtalu um makrel teirra millum. Hetta gjørdi ES samráðingarleiðarin greitt seinnapartin.
Einki grundarlag var sostatt fyri at halda fram við sínámillum samráðingunum, og samráðingarnar vóru eftir føroyskum ynski niðurlagdar.
Jacob Vestergaard landsstýrismaður átalar, at ES eins og Noreg tvinnar sínámillum avtalu millum Føroyar og ES saman við eini tríparta makrelavtalu. Hetta kunnu Føroyar á ongan hátt góðtaka. Talan er um ymisk viðurskifti, sum eiga at verða viðgjørd hvør sær. Føroyar vóru sinnaðar at gera sínámillum avtalu við ES, men tá ES ikki er sinnað at skriva undir, uttan at treyta sær, at makrelavtala verður gjørd, var ikki grundarlag undir at halda áfram. Tí vórðu samráðingarnar niðurlagdar.