28.04.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Samráðingar um umsiting av fiskiskapinum eftir kongafiski norðanfyri

Herfyri vóru umboð fyri Føroyar, Grønland, ES, Ísland, Noreg og Russland á fundi í Bergen fyri at viðgera fiskiskapin eftir pelagiskum kongafiski í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar.  
 
Hesin fiskiskapur tók seg upp í 2005 – mest á leiðini norður móti markinum til Svalbards-leiðina.
 
Í 2005 og 2006 var fiskiskapurin óreguleraður, men í 2007 og í ár hevur NEAFC, sum eina fyribils skipan, gjørt av at avmarka fiskiskapin soleiðis, at tað frá september til hálvan november er loyvt skipum úr NEAFC-londum at fiska av eini felags NEAFC-kvotu uppá 15.000 tons.
 
Misnøgd er við hesa skipan – eisini frá føroyskari síðu. Hon bjóðar til sonevndan olympiskan fiskiskap, sum hvørki er lívfrøðiliga ella búskaparliga forsvarligur.
 
Endamálið við fundinum í Bergen var at seta sjøtul á samráðingar um eina aðra og varandi skipan fyri fiskiskapin. Miðað verður ímóti eini skipan, har ein heildarkvota verður sett, sum síðani verður býtt millum londini. Ongar niðurstøður vórðu gjørdar um hetta á fundinum, og samráðingarnar verða tiknar uppaftur seinni í ár.
 
Sambært ICES er kongafiskastovnurin norðanfyri illa fyri. Tilgongdin hevur verið vánalig øll árini síðani 1991. Tí mælir ICES til, at eingin beinleiðis veiða verður eftir kongafiski í tí, sum verður rópt ICES-øki I og II – t.e. leiðirnar norðan fyri Føroyar, norskur sjógvur, Svalbard og Barentshavið.
 
Vitanin um lívfrøði, útbreiðslu og ferðing hjá kongafiskinum har norðuri er ikki nøktandi, og tí er ætlanin seinni í ár at gera fleirlanda vísindaligar kanningar av kongafiskinum á leiðunum norðan fyri Føroyar og norður móti Svalbard og Barentshavinum.  
 
Á fundinum í Bergen varð gjørt av at seta ein arbeiðsbólk við vísindafólki, sum á heysti 2009 skal koma við eini frágreiðing um útbreiðslu og ferðing hjá kongafiskinum norðanfyri.