Hesa og komandi viku eru árligu samráðingarnar millum strandarlondini um umsiting av uppisjóvarfiskastovnunum - svartkjafti, norðhavssild og makreli - fyri 2010.
Føroyar eiga sum strandarland part í øllum trimum fiskastovnunum, ið hava stóran týdning fyri føroyska fiskivinnu og búskap sum heild.
Umsiting av svartkjaftastovninum í 2010 er til viðgerðar á fundi í London 19. og 20. oktober millum strandarlondini Føroyar, Ísland, ES, og Noreg. Hóast Russland formliga ikki er strandarland, er russar kortini bodnir at vera við á fundinum.
Norðhavssildin er á skránni 22. og 23. oktober millum Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland.
Ein vika er sett av til samráðingarnar um makrel, sum í ár verða í Cork í Írlandi 26. til 30. oktober millum Føroyar, ES og Noreg. Ísland er aftur í ár boðið við makrelsamráðingar sum eygleiðari.
Við í føroysku samráðingarnevndini verða umboð fyri Fiskimálaráðið, Havstovuna og Reiðarafelagið.
Meira fæst at vita við at venda sær til samráðingarleiðaran, Andras Kristiansen, á fartlf. 55 32 41.