20.10.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Samráðingar um svartkjaft, sild og makrel

Komandi tvær vikurnar eru árligu samráðingarnar millum strandarlondini um umsiting av uppisjóvarfiskastovnunum - svartkjafti, norðhavssild og makreli - fyri 2009. Føroyar eiga part sum strandarland í øllum trimum fiskastovnum, ið tilsamans hava stóran týdning fyri føroysku fiskivinnu og føroyska búskapin sum heild.
 
Umsiting av svartkjaftastovninum verður til viðgerðar 20. og 21. oktober millum strandarlondini Føroyar, Ísland, ES, og Noreg. Hóast Russland ikki er formligt strandarland, er Russland kortini boðið at vera við á fundinum.
Norðhavssildin verður eisini til viðgerðar  23. og 24. oktober millum Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland.
Síðan eru samráðingarnar um makrel 30. og 31. oktober millum Føroyar, ES og Noreg. Í ár hava strandarlondini tikið stig til at bjóða Íslandi við til makrelsamráðingar sum eygleiðari.
Allir fundirnir verða hildnir í hølunum hjá NEAFC í London.
Við í samráðingarnevndini fyri Føroyar verða umboð fyri Uttanríksiráðið, Fiskimálaráðið, Fiskirannsóknarstovuna og Reiðarafelagið. Meira fæst at vita við at venda sær til samráðingarleiðaran, Kate Sanderson á fartlf. 55 32 47.