11.09.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Samráðingar um fiskiveiði í Suðurkyrrahavinum halda áfram

Føroyar luttaka í hesum døgum á 4. samráðingarfundinum  í Noumea, Ný Kaledonia um at stovna ein felagsskap fyri fiskiveiði í Suðurkyrrahavinum (South Pacific Regional Fisheries Management Organisation – SPRFMO). Í føroysku samráðingarnevndini eru umboð fyri  Fiskimálaráðið og vinnuna. 
 
Seinasti samráðingarfundurin í Kili í mai í ár endaði við semju millum luttakandi londini um fyribils tiltøk at avmarka verandi uppsjóvar- og botnfiskiskap í Suðurkyrrahavinum, m.a. fiskiskapin eftir rossamakreli í altjóða sjógvi útfyri Kili, har føroysk skip eisini royna.
 
Áhaldandi samráðingarnar millum strandarlondini og onnur lond, sum fiska í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum hava sum endamál at semjast um ein nýggjan millumlanda sáttmála fyri samstarv um fiskiveiði í økinum, undantikið veiði eftir víttferðandi fiskastovnar so sum tunfiskur. Fundurin endar fríggjadagin 14. september.
 
Nærri fæst at vita við at venda sær til Fiskimálaráðið og til heimasíðuna www.southpacificrfmo.org.